maria smith

Eg eri sjávlært myndlistafólk við egnum verkstaði á Álvastígi 11 í Tórshavn. Listarliga virksemið er oljumálaríir, grafisk prentlist og listahandverk.

Myndevnið er bæði figurativt og abstrakt. Fruktir eru ofta myndevni, serliga í grafisku prentunum. Og eisini andlit og fólk, ið eg havi møtt ella sæð. Tá eg máli, eru tað strokini og intuitivitetur, ið leiða tilgongdina og endaliga útrykkið. Verkini eru meira sensuell enn intellektuell.

Eg eri útbúgvin fólkaskúlalærari, B. Ed. við myndlist sum høvuðsfak í 2011, og eg havi undirvíst børnum í myndlist seinastu tíggju árini.

Eisini eri eg farin at ráðgeva fólki í spurningum um innrætting við list.

verkstaður

Verkstaðurin er í kjallaranum í okkara heimi á Álvastígi 11 í Havn.

Her er eitt arbeiðsrúm við grafiskari pressu og útgerð annars, til listarliga virksemi. Eisini virkar verkstaðurin sum framsýningar – og sølustaður.