Hevur tú málaríir ella aðra list, ið tú ivast í, hvar í tínum heimi hon riggar og kemur best til sín rætt? Hesum kann eg hjálpa tær við. Eg havi gott eyga fyri samanseting, litum og rúmi sum heild. Javnan spyrja fólk, um eg kann hjálpa teimum við at finna rætta plássið til listaverkini. Tí bjóði eg meg nú fram til hetta arbeiðið.
