Maria er útbúgvin fólkaskúlalærari, B. Ed. við myndlist sum høvuðsfak í 2011.

Umframt egið listarligt virksemi, arbeiðir hon sum lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt, har hon í høvuðsheitum undirvísir í myndlist.

Maria málar oljumálningar og arbeiðir eisini við grafikki. Myndevnið er bæði figurativt og abstrakt.  Formur, kompositión og intuitivitetur leiða tilgongdirnar til endaliga úttrykkið. Í fleiri førum hevur hon verið við á Várframsýningini og eisini Ólavsøkuframsýningini.